Dagarnir verða styttri, og tað fer tíðliga at skýma, nú vit veruliga hava sett hol á vetrahálvuna. Fleiri gleða seg í eitt av hæddarpunktunum hesa myrku tíð: nevniliga jólini. Um góðar seks vikur er jólaaftan, men hendan tíðin inntil jóla er sanniliga eisni merkt av, at jólini skjótt eru her. Mandarinirnar, piparnøturnar, ljósini, kalendararnir og alt annað, ið vit á siðbundnan hátt seta í sambandi við hesa ársins tíð er nú at fáa í handlunum.
Eisini á Netflix er úrvalið av nýggjum filmum merkt av jólarákinum. Og her eru seks nýggir jólafilmar til tey, sum longu nú vilja í jólahýr - júst ein til hvørt vikuskifti áðrenn jólini veruliga standa í durinum. Listin er at finna á whats-on-netflix.com.
1: Christmas in the Wild
Ein filmur til tín, ið elskar klassisku kærleikssøguna. Kristin Davis, sum fleiri kenna frá sendingini Sex and the City hevur høvuðsleiklutin í hesum jólafilminum. Hon og maðurin fara ein romantiskan túr til Zambia, tá sonur teirra flytur heimanífrá og fer á college. Men maðurin fer frá henni, og hon fer tá uttan hann - og á ferðini hittir hon flotta flogskiparan Rob Lowe.
Er at síggja á Netflix frá 1. november 2019.
2: Let It Snow
Vit elska tað øll, hóast vit ikki altíð fáa tað - kava á jólum. Og í hesum filminum fáa vit tað, tí eitt stórkavakvøld í Richmond, Virginia leitar ein bólkur av tannáringum eftir kærleika og vinarbondum. Kendir leikarar, so sum Jacob Batalon og Shamerik Moore spæla við í hesum filminum, ið veruliga megnar at skapa eina frásøgn, ið hyggjarin kennir seg aftur í.
Er at síggja á Netflix frá 8. november 2019.
3: Klaus
Klaus er ein flottur og fittur animatiónsfilmur, ið hóskar seg bæði børnum og vaksnum. Klaus er ein einsligur timburmaður, sum ein dag hittir Jesper, sum er postboð. Saman stríðast teir fyri at fáa keðiligu og køldu bygdina í jólahýr.
Er at síggja á Netflix frá 15. november 2019.
4. The Knight Before Christmas
Her er enn ein kærleikssøga, og í hesi er tað sjónleikarin Vanessa Hudgens, sum spælir alisfrøðilærarin Brooke, sum hittir einum gátuførum harra úr fortíðini. Hann er veruliga úr fortíðini, tí hann er ein riddari úr miðøldini, og í søgugongdini roynir Brooke at fáa riddaran aftur til miðøldina, so hon fær hildið jól í friði og náðum. Men tað gongst ikki sum ætlað.
Er at síggja á Netflix frá 15. november 2019.
5: Holiday Rush
Romany Malco hevur høvuðsleiklutin sum ein vælumtóktur plátuvendari og pápi at fýra forkelaðum børnum. Men tilveran verður vend á vranguna, tá pápin missir starvið sum vælkendur útvarpsvertur, og familjan er í trongari fíggjarligari støðu beint fyri jól. Gott samanhald og góð hjálp frá familju knýtir tó sambandið teirra millum og ger tað sterkari enn áður.
Er at síggja á Netflix frá 28. november 2019.
6. A Christmas Prince: The Royal Baby
Við jólunum koma gávurnar, og í hesum filminum ein tann størsta gávan: nevniliga nýføddan grát. Og tað er kongaliga parið Amber og Richard, sum fáa gávuna. Men áðrenn jólafriðurin kann valda, so skal parið loysa eina týdningarmikla uppgávu, og megna tey ikki tað, so hendir nakað ræðuligt í kongaríkinum.
Er at síggja á Netflix frá 5. desember 2019.