Seinastu dagarnr hevur løgreglan gjørt rættiliga nógv burtur úr at kann ferðsluna. Og aftur ígjár vóru tey á ferð við ferðmátaranum. Hesa ferð vóru tey Yviri við Strond, har tað er loyvt at koyra 50. Har fingu seks bilførarar bót fyri at koyra ov skjótt. Tann eini av teimum fekk eisini klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 71 og 80 kilometrar um tíman.
Løgreglan sigur, at annars hevur tað verið rættiliga friðarligt í gjár og í nátt