Ein ferðsluvanlukka í japanska býnum Tochigi í morgun kostaði seks skúlabørnum lívið. Løgreglan sigur, at ein 26 ára gamal lastbilførari misti eftir øllum at døma harradømið á bilinum og rendi á fleiri børn, sum vóru á veg í skúla. Seks teirra doyðu. Aftaná rendi bilurin á eini hús, sum fóru í smildur.
Franska tíðindastovan AFP skrivar, at lastbilførarin varð tikin, men ein talsmaður fyri løgregluna sigur, at tað er einki, sum bendir á, at hann hevði drukkið.
Býurin Tochigi er nakað norðan fyri høvuðsstaðin Tokyo.