Seinastu viku sprongdu teir 120 metrar

Íalt eru nú sprongdir 3.639 metrar av tunlinum

Tað gongur enn spakuliga framá við boringini av undirsjóvartunlinum, sum eftir ætlan skal samanbinda høvuðsstaðin og Skálafjørðin í 2020. 

 

 

P/F Eystur- og Sandoyartunlar upplýsir, at í alt vórðu 120 metrar sprongdir í seinastu viku.

 

 

Av hesum 120 metrunum vórðu 68 metrar sprongdir á, og tað merkir, at nú eru sprongdir 1.753 metrar í alt á Hvítanesi.

 

 

Frá rundkoyringini ímóti Hvítanesi vóru sprongdir 21 metrar. Nú  eru í alt 110 metrar sprongdir frá rundkoyringini ímóti Hvítanesi.

 

 

Móti Rókini vóru 31 metrar sprongdir, og á strekkinum eru nú í alt 151 metrar sprongdir.

 

 

Íalt eru nú sprongdir 3.639 metrar av tunlinum.