Ein av heimsins bestu nakrantíð, Zinedine Zidane, takkaði fyri seg á Estadio Bernabeu, tá Real Madrid í ársins seinasta heimadysti spældi 3-3 móti Villareal.
Tá Zidane varð skiftur út í seinasta minuttinum reistust allir áskoðararnir, sum annars eisini høvdu sæð ein heilt undirhaldandi fótbóltsdyst. Ikki minst var fagnaðurin stórur, tá Zidane sjálvur stútaði Real Madrid á 2-2 miðskeiðis í seinna hálvleiki. Við javnleikinum vann Real Madrid seg upp á annað plássið í fremstu sponsku deildini.