Seinasta útkall til løgmann

Formennir í andstøðuflokkunum hava í morgun handað Kaj Leo Johannesen, løgmanni. eitt bræv, har teir gera eina seinastu roynd at heita á løgmann um at steðga við uppskotunum um flatskattaskipan og at skatta pensjónir við inngjald. Teir vísa á, at innihaldið og framferðin í hesum málum hava sett so djúpar kílar og sátt so nógv misálit millum politisku flokkarnar, millum fakfeløg, myndugleikar og millum samfelagsbólkar, at alt álitið á politisku skipanina er í vanda fyri at fara fyri bakka.

Brævið, sum er undirskrivað av Høgna Hoydal, Akseli V. Johannesen og Poul Michelsen, er soljóðandi:

"Undirritaðu floksformenn fara hervið vegna Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Framsókn at gera eina seinastu roynd at heita á teg sum løgmann og samgonguleiðara um at støðga á við ætlaðu broytingunum í skattaskipanini og uppskotinum um at skatta pensjónsuppsparing við inngjald.

Orðaskiftið seinastu vikurnar í almenninginum og 2. viðgerð á tingi mikudagin hevur prógvað, at uppskotini og tað sera stutta skotbráið, ið er givið at viðgera tey, seta djúpar kílar og misálit millum bæði politisku flokkarnar á tingi, millum fakfeløg, myndugleikar og millum samfelagsbólkar. Vit halda, at álitið á alla ta politisku skipanin er í ógvusligum vanda, og tað verður serstakliga torført at rætta upp aftur.

At farið verður fram á henda hátt, undrar og harmar okkum serstakliga, tí undirritaðu flokkar og formenn vóru í hesum ári í felag við teg og tín flokk um at ganga nýggjar leiðir í føroyskum politikki við langtíðarsemjum millum samgonguflokkar og andstøðuflokkar á týdningarmiklum samfelagsøkjum.

Vit hava ilt við at skilja, hvør grundgevingin er fyri at fremja so grundleggjandi broytingar eftir 17 døgum við so nógvum ivamálum og ósvaraðum spurningum, tá valskeiðið júst er byrjað. Er samgongan vís í, at uppskotini eru góð, so átti ikki at verið nakar trupulleiki at nýtt tíðina at lýst, greitt frá og skift orð um broytingarnar. Vit skilja heldur ikki, at landsstýrið ikki í minsta lagi roynir at samráðast við andstøðuflokkarnar ella taka metingarnar og mótmælini frá fakfeløgunum, kommunum og serfrøðini í álvara. Hvørki uppskotið um skattabroytingar ella uppskotið um pensjónsbroytingar hava verið send til hoyringar, sum annars eitthvørt minni víðfevnt uppskot verður eftir vanligum siðvenjum.

Í almenna orðaskiftunum og undir viðgerðini á tingi, hava andstøðuflokkarnir fleiri ferðir rætt hondina fram og víst á, at allir flokkar ynskja at lækka marginalskattatrýstið, og at tað tískil er eitt søguligt grundarlag fyri semjum um broyting. At samgonguflokkarnir við síni framferð og teimum broytingum, sum ætlanin er at fremja, taka alt grundarlag undan semjum um pensjónsnýskipanina, kommununýskipan, fíggjarlógarkørmum og øðrum átrokandi umleggingum í føroyska samfelagnum, er eyðsýnt.

Tá samgongan hevur skotið upp at útseta pensjónsskattingina fyri tey, ið hava pensjónsavtalur við útlendsk feløg, átti ikki at verið nøkur grundgeving ímóti at gjørt tað sama fyri øll onnur.

Tí fara vit enn einaferð at heita á teg sum samgonguleiðara og løgmann um at støðga á við hesum málum. Verður tað gjørt, eru vit til reiðar at brúka alla okkara orku at røkka semjur við samgonguna um hesi og onnur týðandi mál".