- Hetta er eitt signal um, at vit sjálvi skulu taka okkum um reiggj og seta á stovn føroyska journalistútbúgving.
Útbúni tíðindamaðurin Uni Arge, sum í dag er fjølmiðlaráðgevi í Føroya Banka eftir at hava starvast sum tíðindamaður í nøkur ár, er ikki í iva um, hvussu føroyskir myndugleikar skulu fyrihalda seg til herdu krøvini til upptøku á Danmarks Journalisthøjskole.
- Í dag er minni enn helmingurin av føroyskum journalistum útbúnir, og tað er als ikki nóg gott. Avleiðingin av nýggju krøvunum kann væl gerast, at útbúgvingarstøðið í føroyska fjølmiðlaheiminum verður enn verri, og tað gongur ikki. Tí mugu myndugleikar handla nú, sigur ein avgjørdur Uni.
Boðskapur hansara er fyrst og fremst stílaður til Mentamálaráðið, Fróðskaparsetrið og teimum, sum vara av føroyska fjølmiðlaheiminum.
Útheimurin eitt krav
Uni Arge metir ikki, at tað hevði verið trupult at sett á stovn føroyska journalistútbúgving, tí stórir partar av fakliga útboðnum eru longu veruleiki á Setrinum. Føroyskt, samfelagsfrøði, søga, altjóða politikkur og búskapur skulu sambært Una vera grundsúlur í nýggju útbúgvingini, og hesar tænastur eru longu tøkar. So manglar bert sjálvur journalistikkurin.
- Vit hava nógvar royndar journalistar í landinum, sum kundu verið seinasti liður í eini journalistútbúgving. Viðvíkjandi fakliga útboðnum eru vit tí ikki so langt frá eini fullfíggjaðari útbúgving í journalistikki, metir Uni Arge.
Útbúgvingin kundi sambært fjølmiðlaráðgevanum í Føroya Banka tikið trý til fýra ár við tí kravi, at eitt ár av bæði skúlagongd og praktikktíð skulu takast uttanfyri landoddarnar.
- So høvdu vit samstundis varðveitt sambandið úteftir og givið næmingunum altjóða royndir, sum lesandi í dag fáa uttanfyri landoddarnar, sigur Uni Arge.
Føroyskt mál
Spurdur, hvat hann heldur um nýggju avgerðina hjá danska Undirvísingarmálaráðnum og Journalistháskúlanum, er Uni greiður.
- Hetta er eitt føroyskt mál, sum skal avgreiðast í Føroyum. Vandin við broytingini er, at enn færri journalistar fáa møguleikan at útbúgva seg, men hetta er samstundis ein kærkomin møguleiki til at taka málið upp í Føroyum, og tað áttu myndugleikarnir at gjørt beinanvegin, sigur Uni Arge at enda.