Seinasta uppboðssøla av fiskirættindum á hesum sinnið verður hildin í dag.
Tað er Vørn, ið stendur fyri eini afturlatnari uppboðssølu. Hetta er tann fjórða afturlatna uppboðssølan.
Til sølu í dag eru 8500 tons av norðhavssild og 9297 tons av svartkjafti.
Á aðru og triðju afturlatnu uppboðssølunum vórðu svartkjaftur og norðhavssild eisini seld. Norðhavssildin fór fyri ein miðalprís á 1,90 krónur á aðru uppboðssølu og 1,20 krónur á triðju uppboðssølu. Svartkjafturin fór fyri 0,23 krónur í miðal á báðum uppboðssølum.










