- Skal heilsuverki, ikki kollsigla, má henda fíggjarliga seigpíningin halda uppat.
Tað heldur Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin og limur í løgtinginum.
Kjakið um Heilsuverkið er kyknað upp aftur. Í hesum sambandi snýr ein stórur partur av kjakinum snýr seg um bygnaðin í heilsuverkinum og um, hvussu nógv sjúkrahús vit skulu hava og, hvussu virksemið skal býtast sundur ímillum sjúkrahúsini.
Eyðgunn Samuelsen heldur, at hetta er púra skeivt.
Hon sigur, at tann stóri trupulleikin er, at sjúkrahúsini eru niðurpínd fíggjarligar.
Og tann trupulleikin má loysast fyrst, áðrenn tað ber til at kjakast um leiklutin hjá heilsuverkinum í framtíðini.
Eitt, tingkvinnan undrast á, er at trupulleikin við, at serlæknar ikki støðast í Føroyum og at sjúklingar við gikt ikki fáa heilivág, verða knýttir saman við at vit hava trý sjúkrahús.
Hvør skal siga, at tað er einamest lokalpolitikkur, su mer orsøkin til allar trupulleikarnar.
Men Eyðgunn Samuelsen heldur, at tað er als ikki har, trupulleikin liggur.
- Tað undrar meg stórliga, at ongin knýtir trupulleikarnir á Landssjúkrahúsinum saman við teirri fíggjarligari niðurlagingini, sum hevur staðið við og versnað, seinastu árini. Og hendan figgjarliga niðurlagingin sær út til at halda fram næstur árini, tí krøvini um sparing verða bara herd.
Næsta ár skal Heilsuverkið spara góðar 13,4 milliónir krónur og í 2016 skal tað spara15,9 milliónir afturat
Tilsamans verður sostatt kravt, at Heilsuverkið skal spara 30 milliónir næstu tvey árini.
Eyðgunn Samuelsen sigur, at hetta er ein beinleiðis niðurbræðing av okkara sjúkrahúsum.
Eitt dømi um hesa niðurbræðing er, at í 2013 vóru tað næstan 20 fulltíðarstørv færri á sjúkrahúsunum enn tað vóru í 2010 og landssjúkrahúsið metir, at tað mangla einar tríggjar ella fýra milliónir í til at fáa sjálvan grundraksturin at hanga saman næsta ár.
- Lagt er ikki upp fyri lønarvøkstri frá oktober 2015 og ongin játtan er til vanligan prísvøkstur, sum er mettur til 4,1 milliónir næsta ár
- Tað merkir, at umframt sparingar á góðar 13 milliónir í 2015, mangla minst átta milliónir í játtanini fyri at virksemið kann halda fram óskert.
Les eisini: Flyta fokus frá einum niðurpíndum heilsuverki til ein spurning um lokalpolitikk
Tí heldur Eyðgunn Samuelsen at í løtuni er størsti trupulleikin ikki, hvussu heilsuverkið er skipað, men. Størsti trupulleikin er, at fíggjarliga niðurpíningin
- Skal heilsuverki ikki kollsigla, má henda fíggjarliga seigpíningin halda uppat, áðrenn til ber at taka neyðuga kjakið um leiklutin hjá heilsuverkinum í framtíðini, sigur Eyðgunn Samuelsen.