Norðlýsið vitjar í Fuglafirði á mentanardøgunum og er við til at seta sín dám á hesar dagarnar. Bæði í gjárkvøldið og í kvøld kunnu fólk leita sær oman á Lítlubrúgv og fara ein hugnaligan náttartúr við skipinum.
Umborð á Norðlýsinum bjóðar skiparin, Birgir Enni, ymiskt sjógæti, og Fuglafjarðar Harmonikufelag setir sín dám á ferðina.
Í dag, leygardagin 1. september klokkan 12 - tað er nú á middegi - verður skipað fyri fiskikapping umborð á skipinum og fólk, sum leita sær oman á Lítlubrúgv, verða biðin um at hava tráðu við.
- Suppa og sjógærti verður eisini til keyps umborð á Norðlýsinum í dag, siga fyrireikararnir av mentanardøgum, sum nú eru í Fuglafirði.
Leggjast kann aftrat, at sunnumorgunin - í morgin klokkan 10 - verður ein spennandi gongutúrur um Skarðið til Hellurnar.
- Her verður drekkamunnur at fáa á Hellunum, og Norðlýsið siglir aftur á Fuglafjørð við gongufólki og bjóðar eisini sjógæti á heimferðini, verður lagt aftrat.