Í mai mánaða í ár sendi Sea Shepherd eitt skriv til ES kommissiónina, har tey vístu á, at Danmark hevði brotið ES samtyktir móti hvalaveiðu, tá tey hava hjálpt føroysku myndugleikunum at fremja grindadráp.
Tað skrivar almenna heimasíðan hjá Sea Shepherd.
Fyri nøkrum árum síðani hjálpti danska sjóverjan føroyingum at halda skil á grindadrápum, hóast Sea Shepherd gjørdi sítt frægast at forða fyri hesum.
Kommissiónin vísti hesum frá sær, men tey gevast ikki so. Nú hevur Sea Shepherd kravt, at kommissiónin skal løgfrøðiliga vísa á, hví tey vísa mótmælisskrivinum frá og hví tað er í lagið, at ES samtyktir verða brotnar. Sambært ES reglum, vilja tey svar innan 15 dagar.
Tey vísa á, at sama dag sum tey skriva brævið, hevur enn ein grind lagt beinini. Hesferð í Skálafirðu og í Hvalba.