Tey seks Sea Shepherd umboðini, sum hava húsast á Sandi seinastu vikurnar, vóru leygardagin handtikin, tá tey løgdu upp í grindadrápið á Sandi.
Tey vóru leyslatin í gjár, av tí at ikki var mett, at haldgóð grund var at varðhaldsfongsla tey, men við tað, at tey ikki vildu taka við sektaruppskotinum upp á 1000 krónur í bót, mugu tey møta í rættinum í morgun.
Hinir átta limirnir, ið førdu bátarnar, sum komu inn um avbyrgda økið, skulu fyri rættin 25. septembur.