Teir báðir føroyingarnir, sum søgdust verða mynstraðir við Brigitte Bardot, eru misnýttir av Sea Shepherd til at skapa eina skeiva mynd av føroyingum. Hvørki eg ella Hilmar eru partur av nøkrum sovornum, sigur Magnus Hjaltalin á Kamarinum.
Í viðmerkingum til eina grein á Vágaportalinum um júst tað, at Magnus Hjaltalin á Kamarinum og Hilmar Reinert Bogason vóru mynstraðir við Brigitte Bardot, skrivar Magnus, teir hava ikki meldað seg til nakað sum helst.
- Vit vóru bjóðaðir at koma ein túr runt við teimum og vit hugsaðu bara hví ikki. Eg eri hvørki fyri ella ímóti nøkrum Vit sóu bara ein kjans at sleppa við einum feitum báti og hvat verður skrivað allastaðni aftaná er bara láturligt, skrivar Magnus Hjaltalin á Kamarinum í viðmerkingunum á Vágaportalinum.
- Vit eru ikki nú ella hava verið og fara nokk heldur ikki at verða ein partur av nøkrum. Alt verður bara vent og dreygað sum eg veit ikki hvat, bara tí mann einki hevur ímóti at fara við ein túr, skrivar hann millum annað í viðmerkingunum.
Sostatt er nógv, sum bendir á, at Sea Shepherd hevur sæð ein gyltan møguleika í at bjóða tveimum ungum føroyingum ein stimitúr millum oyggjarnar, fáa eina mynd av teimum og síðani at greiða umheiminum frá, at teir eru mynstraðir og umboða ein vaksandi part av føroyingum, sum eru móti grindadrápi, uttan at hetta hevur nakað hald í veruleikanum.
Teir báðir eru komnir í land aftur, og hava tosað við manningina, sum sigur at talan hevur verið um eina lítla misskiljing, og at teir vóru partur av nøkrum, tey kalla "Crew of the day".
Greinin á heimasíðuni hjá Sea Shepherd sæst við at trýst á her









