Sea Shepherd aktaði væl

Brigitte Bardot legði seg á Borðoyavík, meðan grindadráp var í Hvannasundi.

Sum skrivað áður, løgdu eini 25 til 30 hval beinini í Hvannasundi.

 

Sambært Jón Klein Olsen kom Brigitte Bardot norður eftir, men hon legði seg á Borðoyavík, og helt seg annars burtur.

 

Nøkur heilt fá umboð fyri Sea Shepherd vóru á landi, men løgreglan sigur, at tey aktaðu væl og gjørdu, sum tey fingu boð um, og løgdu seg ikki upp í drápið annars.

 

Jón Klein Olsen sigur, at alt gekk væl fyri seg og drápið gekk eisini ómetaliga væl er honum fortalt.