Scolari sekkjaður

Roman Abramovich misti tolið leygardagin, tá Chelsea enn einaferð floppaði á heimavølli. 0-0 javnleikurin móti Hull gjørdist seinasti dysturin hjá Luiz Felipe Scolari sum venjara á Stamford Bridge

Fótbóltur

 

Í gjárkvøldið gjørdist Scolari næsti venjarin á degnum, sum varð koyrdir úr starvi hjá einum Premier League.

Um morgunin var tað Tony Adams, sum varð sekkjaður í Portsmouth, og seinnapartin var tað so Scolari, sum stóð fyri tørni.

Við grundgevingini, at felagið vil varðveita royndina eftir teimum steypum, teir enn kunnu kappast um, sendi leiðslan Scolari til hús.

Í ensku miðlunum verður sagt, at tað fyrst og fremst var Roman Abramovich, sum vildi sleppa av við brasiliumaðurin. Sagt verður, at bæði spælarahópurin sum heild og Peter Kenyon, sum er stjóri í felagnum, høvdu fult álit á Scolari, sum av mongum verður sum ein av taktiskt sterkastu venjarunum í heiminum. Og eitt nú hevur Sir Alex Ferguson givið til kennar, at hansara fatan er, at leiðslan í Chelsea hevur verið dekan ov knøpp í síni avgerð.

Luiz Felipe Scolari gjørdist heimsmeistari við Brasilia í 2002, og hevur verið venjari hjá Portugal frá 2002 til 2008, tá hann tók við í Chelsea.

Hann fekk sostatt bert gott hálvt ár í felagnum, 36 dystir, harav hann vann 20, tapti fimm og spældi 11 javnleikir.

Chelsea liggur í løtuni á einum fjórða plássi í Premier League, umframt at teir enn eru við í Champions League og FA Cup.

Ray Wilkins, sum var hjálparvenjari hjá Scolari, verður á odda fyri liðnum til ein nýggjur venjari er settur í starv.

Ein av teimum, ið longu eru í uppskoti til venjara hjá Chelsea er fyrrverandi Chelsea-legendan Ginafranco Zola, sum í løtuni er venjari hjá West Ham. Hann hevur tó áður sagt, at hann ikki vil til Chelsea.