Danski málmaðurin Kasper Schmeichel, sum hitar beinkin í enska felagnum Manchester City, vónar, at hann kann verða leigaður út restina av kappingarárinum, so hann aftur sleppur at spæla. Manchester City vil keypa Shay Given úr Newcastle, og um tann avtalan kemur upp á pláss, so er kanska møguleiki fyri, at Schmeichel verður leigaður til annað felag.