Schmeichel kann debutera í Premier League

Undan fyrsta dystinum hjá Manchester City í Premier League í morgin er greitt, at fyrsti málverjin, Andreas Isaksson, ikki verður tøkur.

 

Hetta kann leggja upp til eina heldur óvæntaða debut til 20 ára gamla danan, Kasper Schmeichel, sum er sonur legendariska Peter Schmeichel.

 

Nýggi venjarin hjá Manchester City, Sven-Goran Eriksson, hevur roynt at fingið hendur á italska Marco Amelia frá Livorno, men hetta hevur ikki eydnast honum, og tí er nógv sum bendir á, at ungi Schmeichel verður í millum stengurnar í fyrsta dystinum í morgin.

 

Vanligi annar málverjin hjá Manchester City, Nicky Weaver, er skiftur til Charlton, og tí sigur Eriksson, at felagið má gera skjótt av, um tað ikki skal byrja kappingarárið við einum blaðungum, óroyndum málmanni í málinum.