ÍSB fyllir 30 ár í morgin

Í morgin eru 30 ár liðin, síðani ÍSB var sett á stovn, og í hesum sambandi er ÍSB vertur fyri einari norðurlendskari ráðstevnu í morgin, umframt at stórur veitsludøgurði verður í annaðkvøld. Millum gestirnar er Sir Philip Craven, sum er forseti í IPC og nevndarlimur í IOC.

 

Spírin til ÍSB kveiktist, tá Egga Jensen saman við donskum læraraskúlaítróttarlærarum í 1979 vitjaði Beitostølen Helsesportsenter í Norra, sum er uppvenjingarmiðstøð fyri brekað. Árið eftir fór hann aftur hagar saman við 28 læraraskúlalesandi, og heimafturkomin fór Egga í tøttum samstarvi við ÍSF og saman við øðrum undir at seta á stovn ítróttarsamband fyri brekað.

 

? Hetta hava verið nøkur fantastisk ár, og og ÍSB er blivið størri og betri, enn eg nakrantíð droymdi um. Vit fingu beinanvegin norðurlendskan limaskap, og síðani hava vit fingið altjóða limaskap, har vit kunnu fáa tað, sigur Egga Jensen, sum er formaður ítróttarsambandinum fyri brekað.

 

? Fyrsta kappingarferðin uttanlands var í 1981 til Vestmannaoyggjarnar, og síðani hevur ÍSB verið við til bæði NM-, EM- og HM-kappingar, umframt til paralympiskar leikir, og allastaðni hava vit vunnið hópin av heiðursmerkjum hesi árini, serliga í svimjing.