Líka so vist, sum tað eru páskir á hvørjum ári, er páskastevnan sum Heimamissiónin skipa fyri í Eysturoynni. Í ár verður stevnan hildin í Ítróttarhøllini á Skála dagarnar 7. til 9. apríl við heitinum Tað er fullgjørt
Í fleiri ár hevur páskastevnan í Eysturoynni skift millum ítróttarhallirnar í Runavík, á Kambsdali og á Skála. Hesaferð eru tað tey í meinigheitshúsinum á Skála og í missiónshúsinum á Strondum, ið skipa fyri møtunum sum byrja páskaaftan.
At stevnan ikki byrjar fyrr enn páskaaftan, er við tí í huga, at bygdirnar/býirnir í oynni kunnu hava møtir hvør sær skírisdag og langafríggjadag, um tey ynskja tað.
Páskastevnan í Ítróttarhøllini á Skála byrjar páskaaftan klokkan 19.30 har Margeir Toftegaard úr Fuglafirði talar og Taborkórið syngur. Seinni um kvøldið verður ungdómsløta við millum øðrum kvinnukórinum á Strondum.
Páskadag er møtið klokkan 18 og 2. páskadag klokkan 16 er familjumøti har barnakórið á Strondum/Skála syngur. Klokkan 18 verður møti har Regin Høgnesen, trúboðari, talar, og Glyvrakórið syngur.
Møguleiki verður fyri samtalu og forbøn øll kvøldini. Eisini verður bókasøla.