Á skránni er millum annað eitt jólagávutræ. Serstaka jólagávutræið er eitt átak, ið Tjóðsavnið og Reyði Krossur Føroya samstarva um. Á jólagávutrænum fara 50 gávuseðlar at hanga. Á seðlunum eru jólagávuynski hjá børnum, ið hava samband við Reyða Kross Føroya.
Vilt tú gleða eitt barn á jólum, er hetta eitt gott høvi – tak ein gávuseðil av trænum og kom aftur á savnið við jólagávuni í seinasta lagi sunnudagin 15. desember. Reyði Krossur handar síðani børnunum jólagávurnar.
Á skránni er eisini livandi tónleikur, kórsangur, jólauppgávur til børn at loysa á savninum og okkurt søtt til góman – í jólaskrýddum hølum.
Endaliga skráin verður lýst seinni. Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.











