Vit hittust her tríggir menn. Eg sum føroyingur Niels J. Erlingsson, Árni Stefán Hilmarsson mikil føroyavinur við sterkun tilknýti við Føroyar, triðji maðurin er vinur okkara Fjalar Freyr Einarsson, áhugamaður um føroysk viðurskifti. Vit gjørdu av at fara avstað við innsavnan av peningi til at hjálpa hesari lítlu byggð sum so hart var rakt av óðnini, eisini hugsaðu vit at nú var komið til tað at íslendingar vildu vísa føroyskari byggð vinarhug fyri tann hug sum føroyingar vístu íslenskum bygðarløgum tá natúrkreftirnar vístu tennur sínar, eitt er tað sum takkavert er tá óðnin fór yvir Føroyar,at tað var ikki mannskaði.
Innsavnanin fer avstað
Áður enn innsavnanin fer avstað var haft samband við bløð, útvarp bæði ríkisútvarp, útvarpið á norðurlandinum (Akureyri) sendur var teldupóstur til feløg og stovnar og tey biðin um at geva til endamálið lýst var í útvarpi hvar fólk kundi leggja pening inn á konto í banka, allt sá so væl út og peningur fór at streyma inn, fyrsti peningur kom á kontoina 22. februar, og avgjørt varð at innsavningin skuldi standa til 14. mars.
So gerist hetta ótrúliga
26. og 27. februar kemur fram føroyskur tíðindamaður og ber tey boð ígjøgnum ríkuisútvarp og staðarútvarp, at hetta var so lítil skaði sum hendi í Skálavík, at tað var eingin grund til at fara avstað við innsavnan, bæði var skaðin lítil og so var hetta so væl trygt, vit sum stóðu fyri tiltakinum stóðu sum kánus fyrst, vistu ikki hvat í var á ferð, settu okkum í samband við tað fólk sum vit hildu helst mundi vita tað rætta. Sjálvandi raplaði niður innsavningin, vit royndu at senda út myndir frá skaðanum sum vístu, hvussu sá út á staðnum. MEN GAKK.
8. mars kemur sami tíðindamaður í ríkissjónvarpið fyllir út í skíggjan og heldur tað sama fram, at ongin grund til at samla inn fyri at hjálpa Skálvíkingum. Vit frættu frá Føroyum, at metingin av skaðanum vildi liggja fyri 14. mars, sama dag og innsamlingin endaði, vit kundu nú tá so var komið lítið gera annað enn at lata innsavningina standa við til 14. mars. Eg haldi tó, at nógv fólk hava sæð at okkurt var heilt galið við hesum tíðindafluttningi frá Føroyum, áhugavert hevði verið at vita, hvat tað var sum fekk mannin at gera hetta, onkur her spurdi um í Føroyum var hrepparígur (ósamd byggðarløg) Vit eru tó væl nøgdir við úrtøkuna av innsavningini og senda peningin við gleði til Skálavík.
Skálavík og Sandoyggin.
Hóast røturnar hjá mær røkka aftur til Sands, har forfaðir mín Peter Hentze kom sum prestur 1783. Omma mín, móðir faðir mín Sofía Margreta dóttir Jóan Petur Hentze bónda í Uttastovugarði løgtingsmaður. Víða um Sandoynna voru ættingjar, hóast eg kendi ongan, eisini í Skálavík var skyldkona Marianna Jákupsdóttir úr Stovuni í skálavík. Giftist Jóhan Mikal Hentze sýslumanni í Sandoyar sýslu foreldrar at Jóan Peturi, víða um Sandaoynna vóru ættingjar sum gaman hevði verið at vita meira um.
Peningurin sendur til Føroyar.
Tá tikið var saman tað sum samlaðist til endamálið royndist tað vera Ísl. Kr.3.535,800 sum samla var + vextir og eru vit glaðir yvir at kunna senda hvørt oyra til Skálavík, hóast ísl. krónan hevur verið í heldur fríun falli nú í seinstuni, vóna vit at peningurin kann nýtast sum lítil hjálp til at byggja upp aftur tað sum óðnin tók.
Ikki er gott at siga, hvussu stór peningagávan kundi verið sum send var til Føroyar, um ikki hendan óskiljanliga innblanding í arbeiði við at samla inn peningi til at hjálpa til við at byggja upp aftur tað sum óveðursóðnin breyt niður, hóast okkurt var tryggt var jú skaðin hin sami í peningavirði talið. Vit vilja bara biðja Guð at styrkja tykkum bæði í Skálavík og onnur, sum vóru fyri skaða í óveðrum teimum sum gingu yvir Føroyar.
Bestu heilsur frá okkum sum stóðu fyri innsamlingini.