Sáttmáli um Skúlan á Fløtum undirskrivaður

Í gjár skrivaðu Samtakið Articon-Búsetur Í/F og Tórshavnar kommuna undir arbeiðstakarasáttmála um jørðarbeiðið til stóru skúlabyggingina á Fløtum. 

 

Avgrevsturin av økinum er longu framdur fyrr í ár, eftir at hakin var settur í 23. mai 2016. Arbeiðið fevnir í hesum umfari um spreinging og planering. Tað er mett til uml. 8,5 mio.kr. og tekur umleið 3 mánaðir.

 

17. november 2016 skrivaðu Tórshavnar kommuna, ráðgevarasamtakið Eind Í/F og Samtakið Articon–Búsetur Í/F við undirarbeiðstakarum P/F Maria Poulsen og Sp/f Install undir partalagsavtalu, og farið var undir fasu 1, har verkætlanin verður gjøgnumgingin og endaligi byggikostnaðurin ásettur.

 

Ætlandi verður farið víðari í fasu 2 og høvuðsarbeiðstøkusáttmála um sjálva byggingina í fyrsta ársfjórðingi 2017.