SAS: Vil taka samráðingarnar uppaftur við flogskiparar

SAS sigur seg nú taka stig til samráðingar. Um SAS ynskir tað, »so koma vit«, siga flogskiparar

 

SAS-flogfør standa parkera í Gardemoen Lufthavn í Oslo undir flogskiparaverkfallinum. - Foto: Annika Byrde/Ritzau Scanpix

##med2##

 

##med3##

 

SAS vil samráðast við flogskipararfeløgini hjá SAS Scandinavia og steðga verkfallinum, sum rakar bæði felagi og ferðafólkini hart.

 

Tað skrivar SAS í eini fráboðan í seint seinnapartin.

 

Tað er ógreitt, um felagi meira ítøkiliga er komið við uppskoti at røkki nærri eini avtalu.

 

Men sambært SAS er tað felagið sjálvt, sum hevur tikið stig til samráðingarnar.

 

– SAS hevur seinastu dagarnar boðað semingsfólkunum frá, at SAS vil taka semingsroyndina uppaftur við tí endamálið at røkka eini semju um nýggjan sáttmála og harvið fáa steðgað verkfallinum, skrivar SAS í boðunum.

 

Formaðurin í Dansk Pilotforening Henrik Thyregod sigur um seinasta útspælið frá SAS:

 

– Tað er nýtt fyri mær, og eg haldi, at tað er løgið at fara út í miðlarnar, í staðin fyri at seta seg í samband við okkum beinleiðis. Men tað er greitt, um tey vilja at vit skulu koma, so koma vit, sigur hann um stigið hjá SAS.

 

Flogskipararnir hava áður sagt, at teir halda, at tað er upp til SAS at seta seg í samband við teir. Í dag hildu svensku og norsku flogskipararnir fund um støðuna við semingsmannin, har tað ikki var tosað um framstig.

 

Um samráðingarnar, sum koma við SAS sigur flogskiparaformaðurin, at hann ikki veit, hvat hann skal vænta sær.

 

– Vit høvdu ú eina avtalu síðsta leygardag, har vit høvdu nátt tey má, vit skuldu, fyri at fáa ein sáttmála. So vit møta upp, og so fáa vit at siggja, hvat tey siga, sigur Henrik Thyregod.

 

Hann hevur tó einki nýtt við til samráðingarborðið.

 

– Eg havi havt limafundir. Eg haldi, at tað er órealistiskt at ímynda sær, at nakar hevur hug at leggja meira afturat, enn vit gjørdu.

 

– Tað var eitt krav um sparingar upp á 800 milliónir svenskar krónur. Eg haldi, at vit funnu í øllum førum bróðurpartin av pengunum, sigur hann.

 

Eisini Keld Bækkelund Hansen, samráðingarleiðari í Dansk Metal, sum Dansk Pilotforening hoyrir undir, er tilreiðar at taka samráðingarnar uppaftur.

 

– Tað hava vit ynskt, so vit kunnu fáa hendan sáttmálan upp á pláss og fáa fólk at flúgva aftur.

 

– Vit vóru so nær eini avtalu, sum nakað kundi vera, leygardagin. So tað skulu vit nokk finna út av, tá vit seta okkum við borðið. Vit vóru jú komin rættiliga langt, sigur hann.

 

Mett verður, at SAS missir einar 90 milliónir um dagin, so leingi flogskipararnir ikki flúgva.

 

Umleið 1000 SAS-flogskiparar úr Danmark, Noreg og Svøríki hava verið í verkfalli síðani mánadagin 4. juli. Tann fyribils rokningin fyri SAS kann uppgerast til yvir 600 milliónir krónur.

 

Ein partur av orsøkunum til ósemjuna millum SAS og flogskipararnar er, at SAS undir koronufarsóttini mátt siga um helminginum av flogskiparunum úr starvi. Tó var ein avtala um at seta teir í starv aftur, tá tørvur aftur var á teimum.

 

Flogskiparararnir eru nú millum annað ónøgdir við, at SAS setir nýggjar flogskiparar eftir sáttmálum við øðrum treytum teimum báðum dótturfeløgunum, SAS Link og SAS Connect.

 

Tíðindastjóri í SAS í Danmark Alexandra Lindegrein Kaoukij vil ikki greiða nærri frá um komandi samráðingarnar, heldur ikki hvar og nær tær vera.

 

/ritzau/

 

 

 

SAS-flogfør standa parkera í Gardemoen Lufthavn í Oslo undir flogskiparaverkfallinum. - Foto: Annika Byrde/Ritzau Scanpix