Sarita er tvífaldur enskur meistari

Føroysku innirógvararnir funnu seks heiðursmerki í Danmark og Onglandi um vikuskiftið.

Fýra gullheiðursmerki og tvey silvurheiðursmerki. Tað var úrslitið, tá føroyskir innirógvarar luttóku í kapping um vikuskiftið.

 

Sarita Hansen hevur um vikuskiftið luttikið í ensku meistarakappingini í innandurarógving og har hilnaðist bara heilt væl. Hon endurtók bragdið frá í fjør og vann á bæði 500m teininum og 2000m teininum. Tíðirnar vóru 1.41.5 og 7.29.5.

 

Bergur Robert Dam Jensen luttók eisini í ensku meistarakappingini, og eydnaðist tað honum at vinna silvur á 500m teininum við tíðini 1.28.1.

 

Tríggir rógvarar hava luttikið í DM og fingu vit tveir føroyskar Danmarksmeistarar. Sverri Nielsen og Jógvan Sofus Vilhelmsen vunnu í bólkinum opin tungvekt og 30-39 tungvekt. 

 

Sverri Nielsen setti nýtt danskt met við tíðini 5.51, meðan Jógvan Sofus Vilhelmsen vann við tíðni 6.32.

 

Brandur Kjølbro vann silvur í bólkinum dreingir 14 við tíðini 6.52.