Sara El-Daoud úr X-Factor skuldsett fyri stuldur

15 ára gamla sangarinnan, ið kallast Sara Blå, hevur sambært ákæruni stolið pening, fartelefonir og iPods úr taskum í einum skiftirúmi á einum skúla í Risskov. Sara og ein 14 ára gomul vinkona vórðu tiknar á bóli av tveimum lærarum, meðan tær vóru í gongd við at tøma taskurnar hjá seks næmingum fyri virðislutir. Vinkonan sleppur tó undan skuldseting orsakað av hennara aldri.

 

Sambært skúlastjóranum bað Sara hann um ikki at melda stuldurin, men stjórin lat ikki við seg koma. Løgreglan varð send eftir.

Yvir fyri Ekstra Bladet sigur Sara El-Daoud seg tó vera óseka. Hon sigur, at hon og vinkonan skuldu hittast við einum vinmanni á hansara skúla. Knappliga vísti vinkonan henni ting, sum hon hevði stolið úr taskum. Sara bað hana leggja tey aftur, og tá ið tær vóru í ferð við tað, komu lærararnir framvið.

 

Genturnar úr bólki hennara ?8210? líta á hana og stuðla henni, og hon sigur tað hava stóran týdning fyri seg.

 

DR hevur higartil ongar trupulleikar við at lata Saru halda áfram í X-Factor.

- Sara er ikki dømd fyri nakað, og har hava vit jú her í Danmark tað virda rætsprinsippið, at ein er ósekur, til ein møguliga hevur fingið ein dóm, sigur undirhaldsstjórin Jan Lagermand Lundme

 

Saman við 8210 skal Sara El-Daoud við á síðsta ?X-Factor-bootcamp? fríggjadagin.