Í samband við kanningararbeiðið, ið íslendska løgreglan gjørdi í málinum um Birnu Brjánsdóttir, funnu teir 20 kilo av hassji, ið eisini var umborð á grønlendska trolararnum, Polar Nanoq.
Tað fekk grønlendska fiskimálaráðharran, Hans Enoksen, úr stólinum. Hann segði, at í framtíðini vildi ein trolari missa fiskiloyvi, um rúsevnir blivu funning umborð.
Útsøgnin fekk øði í mong, tí at trupulleikin er ein størri samfelagsligur trupulleiki enn bert tað, sum verður innflutt umvegis trolarar.
Síðani hevur Hans Enoksen verið kúrrur um málið og fæst ikki at svara um hatta er eitt mál, sum stjórnin í Grønlandi arbeiðir við. Hans Enoksen sigur við grønlendskar miðlar, at ólóglig innflyting av rúsevnum er ein stórur trupulleiki í Grønlandi, sum eigur at takast í stórum álvara.
Tað verður í stóran mun sæð sum at traðka eitt sindur til síðis frá uppruna útsøgnini. Tí verður hildið, at tað, ið hann segði um trolarar, ið kunnu missa fiskiloyvi, var uppá egna rokning og ikki nakað, ið landsstýrið arbeiðir við.










