Sangur og vitnisburður í Betesda

Í allan vetur hava Levi Joensen og onnur fólk við honum ferðast kring um oyggjarnar við gleðiboðskapinum. Hetta er ikki nýtt fyri tey, tí fundir og vitjanir av slíkum slagi hava tey gjørt seinastu mongu árini.

Tey byrjaðu við hesum fundarvirkseminum millum jóla og nýggjár í fjør, tá bygdirnar og røktarheimini í Sandoynni fingu vitjan. Síðani hava tey ferðast allan vegin úr Sumba og heilt norður til Viðareiðis, men nú verður altso seinasta møtið hildið í hesum umfarinum.

Sunnukvøldið verður nevniliga eitt serligt møti í Betesda í Klaksvík. Her fara Betesdakórið, sangbólkurin Vitin og onnur at syngja, meðan Levi Joensen og tey, ið hava ferðast saman við honum í vetur, fara at tala og vitna.

- Hetta verður sum eitt slag av avskeðsmøti, sigur Levi Joensen.

Nógv fólk hava verið til hesar fundirnar í vetur, og tey hava eisini kunnað fegnast um, at menniskju eru komin til trúgv á Jesus.

Hetta seinasta møtið á hesum sinni byrjar kl. 18 sunnukvøldið í Betesda. Í næstu viku fara hjúnini Levi og Gretha Joensen aftur til Danmarkar, til víttfevnda virksemið tey fremja út frá samkomuni Malta í Hirtshals.