Sangur og tónleikur á høgum støði

Frálík Lisberg og Lisberg-konsert í ítróttarhøllini á Skála

Eyðun á Borg

-------------

 

Tað var serstakliga hugnaligt at koma inn í ítróttarhøllina á Skála hetta leygarkvøldið í apríl. Eitt sindur skýmligt var inni í høllini, livandi ljós stóðu á nøkrum borðum, har tú kundi keypa Lisberg-fløgur fyri serprís, umframt lutaseðlar til at stuðla ítróttarfelagnum á Skála. Tvey long borð við alskyns kakum stóðu hvørt í sínum enda í høllini.

Skjótt fyltist høllin við fólki, og Jens Lisberg trein á pallin við sínum tónleikarum og kórgentum. Beinanvegin fyltist høllin eisini við vælljómandi sangi og tónleiki. Vit hoyrdu country-, gospel- og kærleikasangir, sangir av Lisberg-fløguni og teir góðu, gomlu, kendu hjá t.d. Elvis Presley og Jim Reeves.

Jens Lisberg hevur sum kunn­­ugt eina stak góða sang­rødd, kór­gent­urnar sungu væl, og tón­leikararnir eru stutt sagt fram­úrskar­andi. Kim, Jam­es, Ólavur Øster, Jákup Zacha­rias­sen, Kristoffur Mørkøre og Petur Háberg Jacob­sen, ja, slík nøvn borga fyri góðsku. Ein hugtakandi løta.

Løtu seinni trein tann 19 ára gamla Kristel, dóttir Jens, á pall­­in. Hon sang m.a. sangir hjá ungum, heimskendum sang­kvinnum: Aguilera, Beyoncè og Norah Jones.

Sangframførslan hjá Kristel var snøgt sagt framúrskarandi. Hon sang so væl, at tú í løtum ivaðist, um tú vart staddur á Skála ella á onkrum mætari sangstaði úti í heimi. Aguilera hevði neyvan klárað tað betur!

Við teimum røttu umstøðunum kann Kristel koma rættiliga langt á sanganna veingjum. Blíðan byr!

 

Tvísangur og felagssangur

Í steðginum kundi tú keypa fløgur og lutaseðlar; tú kundi práta við fólk, og, ikki at gloyma, eta tær frálíku kakurnar, sum vóru settar á borðini. Har var sanniliga gott at vera søtgómi!

Eftir steðgin helt konsertin fram. Faðir og dóttir sungu bæði hvør sær og saman í tvísangi. Hugtakandi! Felagssang sluppu vit eisini at syngja (Fagra blóma).

Áhoyrarafjøldin (full høll) var rættiliga tilkomin. Vit vóru mong, sum hoyrdu til fimmtiárini. Sjálvt um vit klappaðu dúgliga, tordu vit kanska ikki heilt at sleppa teymunum ella flippa út, sum tað kanska eitur nú á døgum. Konsertin, ikki minst Kristel, hevði uppiborið, at fjøldin var eitt sindur lívligari, ella at nakrir geylandi ungdómar stóðu frammi við pallin. Nei, hvørt til sína tíð.

Einasta eitt sindur keðiliga hetta kvøldið var, at vit vegna lutaseðladráttin ikki sluppu at klappa sangarar og tónleikarar upp aftur á pallin til ein eykasang ella báðar tveir.

Takk fyri eina frálíka konsert!