Sangløta við kvinnukórinum í Kristnastovu

Fríggjakvøldið 14. mai kl. 20 verður sangløta á Birmavej 36 á Amager. Kvinnukórið í Kristnastovu kemur saman við tónleikarum at framføra fyri seinastu ferð á hesum sinni.

Kvinnukórið byrjaði venjingarnar fyri hálvumøðrum ári síðan og hevur framført nakrar ferðir síðan tá, seinast í Føroyahúsinum og í Eliaskirkjuni á Vesterbrogade.

Umframt kvinnukórið verður felagssangur og upplestur, og Niels Pauli Nónstein kemur at runda av við einum boðskapi. Til seinast verður ein drekkamuður. Meira fæst at vita á heimasíðuni www.kristnastova.dk