Leygardagin 4. januar skipar Tensing kórið, Sound of Glory, í KFUM&K í Havn fyri fløskuinnsavnan. Farið verður runt í hvørt húsarhald í Havnini millum kl. 15.00 og 17.00. Peningurin, ið kemur inn, fer til konsertferð til Prag, har kórið eisini fer at luttaka á stórari altjóða KFUM&K stevnu.










