Í longri tíð hevur kirkjuráðið á Sandi arbeitt við eini ætlan um at útvega kirkjuliðinum eitt sonevnt sóknarhús.
Nú er hetta arbeiðið komið so mikið væl áleiðis, at um ikki so langa tíð verður klárt at grava út fyri hesum húsi.
Talan verður um ein bygning í einari hædd, og sum verður 160 fermetrar stórur.
Sambært tí, sum formaðurin í kirkjuráðnum, Anfinn í Soylu sigur við Sandoyarportalin skal bygningurin brúkast til ymiskt virksemi so sum konsertir, møtir, sunnudagsskúla, kapell og annað sum tørvur er á.
- Her verður eisini skrivstova til prest, eins og møguleiki skal vera at seta stórskíggja upp, um kirkjan er fullsett, upplýsir formaðurin í kirkjuráðnum.
Nýggja sóknarhúsið fer at kosta um tríggjar milliónir krónur. Mynd: Spakin er ikki settur í enn til nýggja sóknarhúsið, men tað verður fyrsta dagin at Anfinn í Soylu, kann vera við til tað (sandportal.fo)