Tá Fiskamarknaður Føroya fríggjadagin gjørdi sínar metingar fyri vikuna sum kemur, varð sagt, at bara eitt línuskip í løtuni er til fiskiskap, og at hetta skipið fiskar í Íslandi.
Línuskipið, sum er í Íslandi, er Sandshav, og tað er Eyðvarður Petersen, sum er skipari. Við skipinum henda túrin eru 12 mans. Tað er ikki fult tal, men tað eydnaðist ikki at fáa fleiri menn við henda túrin.
Tað eru umleið 14-15 dagar, síðan Sandshav loysti í Føroyum, men meðan teir hava verið har yviri, hava teir tvær ferðir verið inni í Hornafjørðinum og landað.
Fyrru ferð, teir landaðu, var hin 1. desember. Tá hevði Sandshav umleið 24.000 pund. Í dag hava teir aftur verið inni og landað, og hesaferð høvdu teir stívliga 32.000 pund.
Sniálvur Røvilsberg, sum er við Sandshavi, sigur við in.fo í kvøld, at fyrru ferð, teir landaðu, seldu teir fyri stívliga 170.000 krónur, og tá fingu teir millum 18 og 19 krónur fyri kilo av toski og einar 15 krónur fyri kilo av longu.
- Vit fingu soleiðis væl meira fyri fiskin í Íslandi, enn vit høvdu fingið, um vit landaðu hann í Føroyum, sigur hann.
Sniálvur Røvilsberg vísir á, at tey stívliga 32.000 pundini, sum teir hava landað í dag, verða seld í morgin, og sum skilst eru útlit til, at fiskaprísurin hesaferð verður nakað lakari enn á fyrra túrinum.
- Í løtuni eru vit á veg aftur á fiskileið, og ætlandi verður línan sett umleið klokkan 04.30 ella 05 í morgin. Vit royna helst einar fimm ella seks dagar aftrat, og so verður kósin sett móti Føroyum, sigur Sniálvur Røvilsberg, sum hevur verið við Sandshavi í stívliga eitt hálvt ár.