Leif W. K. Mortensen, Sandi
At so nógv tíð og orka er nýtt til at fáa skrivaran uppsagdan, er ikki annað enn stór skomm og hoyrir ongastaðni heima. Og at tað skal nýtast so nógvir kommunalir pengar, uttan at tað fær nakrar sum helst fylgir, er heilt órtúligt. Fidel Castro, Sadam Hussain og aðrir einráðisharrar, fyri ikki at siga tyranar, høvdu rodnað, um teir vistu um tað einaræði í ræður í Sandskommunu.
Bygdaráðið tók undir við uppsøgnini av skrivarunum við einum skálkaskjóli av eini grundgeving, at annar maður var settur í starvið hjá skrivaranum, og tí mátti skrivarin eftir 20 ár fáa fótin í gumpin, og eina sera jaliga lýsing av uppsøgnini kring allar okkara oyggjar.
Ein og hvør, ið hevur fylgt eitt sindur við málinum um borgarstjóran og skrivaran veit, at grundgevingarnar fyri uppsøgnini eru so nógvar og fjáltáttaðar, at tær áttahundrað djevulsku síðurnar hjá Carl Jóhan Jensen eru smáar aftur ímóti.
Borgmeistarin roynir í seinasta skrivi frá bygdaráðsfundi til borgaranar at svína ein ávísan bygdaráðslim. Við at greiða frá at borgarstjórin sjálvur metur hendan bygdaráðslim verða inhabilan í málinum um borgarstjóran og skrivaran. Um hesin skal verða tann næsti, ið skal forfylgjast, skal ikki verða her sagt, men tað kundi líkst tí.
Eg kann siga tykkum tað, at mest inhabili persónur i hesum málið er, so ótrúligt tað enn ljóðar, umsitingarligi leiðarin sjálvur, t.v.s. borgarstjórin.
Sum flest øllum kunnugt hevur borgarstjórin ferð eftir ferð roynt at fingið skrivaran frá, men hetta var ikki fullgjørt, fyrr enn bygdaráði tók undir við hesum.
Hetta mál, ið so nógv líkist eini hetz mótvegis skrivaranum, og ikki fær nakran av borgarunum at tala at, minnir ikki sørt um teir gyltu dagarnar hjá NSDAP í teim glaðu tredivunum.
Eg vil ikki finna meg í, at mínar skattakrónur verða missnýttar á henda hátt, sum tær verða av borgarstjóranum á Sandi. Kundi hugsað mær at vita, hvør skal gjalda hetta gildið, ella kanska ein skuldi sagt umsitingarliga brølara.
Borgarstjórin skal verða vælkomin at rópa hetta smáborgarligt, ella siga meg ganga í trongum skóm, men sum tónleikabólkurin 200 syngur, at tað sum mann sigur, tað er mann næstan altíð sjálvur.
At enda vil eg ynskja øllum Sandingum eini góð og friðalig Jól.