Eftir tap ímóti EB/Streymi og KÍ á útivølli eydnaðist tað í dag aftur B71 at vinna fulla úrtøku.
Í dag høvdu sandoyingar vitjan av NSÍ, sum saman við Víkingi nógvu tær seinastu vikurnar hevur kappast um oddasessin og tískil varð roknað at vera favorittar á Sandi.
B71 vann 3-1 eftir 1-1 í hálvleikinum.
NSÍ var mannað við eitt nú Mórits Heina Mortensen, Óla Højgaard Olsen og Andri Benjaminsen, sum allir plaga at vera á listanum hjá besta liðnum, um enn teir ikki hava spælt so nógvar minuttir á besta liðnum í ár.
Longu í triðja minutti legði Clayton Soares heimaliðið framum. 40 ára gamli brasiliumaðurin hevur skorað 13 mál í landskappingini í ár og er toppskjútti í næstbestu deildini.
Í 26. minutti javnaði Mórits Heini Mortensen til 1-1, tá ið hann umsetti brotsspark til mál.
Tíggju minuttir eftir steðgin legði Tijani Mohammed B71 framum, og seks minuttir undan dystarloki staðfesti Aron Clementsen 3-1 heimasigurin.
NSÍ er á øðrum plássi við 39 stigum – eitt aftanfyri oddaliðið Víking – og B71 er á sætta plássi við 22 stigum – eitt frammanfyri B36 og trý aftanfyri B68.