Gevist nú við grátikórinum, góðu borgarstjórar!
Soleiðis ljóðar heilsanin frá Pálli á Reynatúgvu, løgtingsformanni, til fyrrverandi starvsfelagarnar í teimum fýra kommununum í Sandoynni.
Í morgun góvu teir fýra borgarstjórarnir í Sandoynni ljóð frá sær, har teir harmaðust um, at lívfiskastøðin í Skopun nú verður niðurløgd, og teir krevja, at »niðurlagingin av Sandoynni steðgar«, sum teir taka til
Les eisini: Borgarstjórar: Niðurlaging av Sandoynni
– Sjálvandi er tað harmiligt at eitt alment partafelag, Fiskaaling, í óðum verkum, niðurleggur virksemi av stórum týdningi fyri føroyska samfelagið, staðfestir Páll á Reynatúgvu, sum er fyrrverandi borgarstjóri á Sandi, á Facebook í dag.
Hann heldur, at avgerðin er stuttskygd, og merkt av máttloysi.
Hann staðfestir, at Fiskaaling er eitt alment partafelag, men at tað hevur somu skyldur sum eitt privat partafelag, nevnilig at fáa raksturin at bera seg.
– Sjálvur haldi eg so avgjørt at Fiskaaling skuldi verið ein almennur stovnur, við teirri orku sum er neyðug. Hettar er jú grundarlagið undir 52 prosentum av okkara útflutningi.
Men hann heldur samstundis, at tað eru ikki grátikonum, Sandoyggin hevur brúk fyri
– Tað er koyrandi í oynna, um í mesta lagi fimm ár. Heldur enn at gráta, farið so í felagssamstarv um hvussu tit best kunnu bjóða borgarum og vinnulívi kor og treytir, sum gera tað fyrikomandi og lívgevandi at virka í oynni, sigur Páll á Reynatúgvu.
– Sandoynni tørvar leiðarar ið vísa á leið, bretta upp um armar, og líta framá við treysti, heldur enn at standa sum ryssa yvir deyðum fyli, leggur hann afturat á Facebook.