Sandoyingar fáa grøna viðurkenning

Tey eru sera fegin um heiðurin

Fyri tíggjundu ferð hevur matstovan, Etika í Havn, latið eina Grøna gávu,  og hesa ferð var tað Veltan á Sandi, ið fekk gávuna. Í Veltuni halda tey, at í Føroyum eigur at bera til at eta føroyskt grønmeti, antin tað, ein sjálvur veltur, ella tað, ein keypir frá føroyskum veltarum, siga tey í tíðimdaskrivi í sambandi við gávuhandanina. Grøna gávan er 45.720 krónur í ár.

Veltan er eitt samtak fyri tey, sum velta grønmeti í Sandoynni og málið er at økja framleiðsluna av føroyskum grønmeti bæði til húsbrúk og til sølu.

– Vit hava limir, sum velta til at selja, og limir, sum velta til egið brúk, og summi gera eitt sindur av hvørjum, sigur Katrin Petersen, sum er forkvinna í Veltuni.

Hon sigur, at tey eru sera fegin um heiðurin og endamálið er alsamt at økja um framleiðsluna av grønmeti og endamálið er eisini at gera tað í neyvum samstarvi við føroysku matstovurnar so matskráirnar kunnu fyllast við nýveltum rávørum úr egnum landi, sigur forkvinnan í felagnum, Katrin Petersen.

Veltan eigur tríggjar plasttunlar, sum verða brúktir til vakstrarhús. Í tveimum a tunlunum eru tað limir, velta ogdyrka grønmeti, og í tí triðja tunlinum er tað felagið sjálvt, sum stendur fyri veltingini. Samstundis samstarvar alt felagið um vitanarspjaðing, sølu og marknaðarføring.

Grøna gávan frá etika er peningur fyri vatn, sum er selt á matstovuni. Tað merkir, at hvørja ferð fólk keypa vatn á Etika, fer peningur óskerdur til ein einstakling, eina fyritøku, ein stovn, ella ein felagsskap, sum virka til frama fyri umhvørvið.

Annars hava hesi fingið grønu gávuna hesi seinastu árini.

2019 Veltan, 45.720 krónur
2018 Diskosuppan - Slow Food Føroyar, 44.345 krónur
2017 Ringrás, 44.120 krónur
2016 Ævintýraheimurin við Biritu Arge, 45.165 krónur
2015 Føroya Sjósavn, 47.450 krónur
2014 Spískamarið, 46.970 krónur
2013 Reinhaldið í Tórshavn, 46.094 krónur
2012 Anna Louisa Joensen, 45.644 krónur
2011 Føroya Prent, 42.320 krónur
2010 Finnbogi Joensen, 33.088 krónur