Sandoyingar fáa elektriskan buss næsta ár

Bussarnir hjá Bygdaleiðum verða nakrir av teimum nýggjastu í heiminum

Hesi næstu sjey árini verða bussarnir í Bygdaleiðum meira umhvørvisvinarligir, og lættari at koma inn og úr í.

Tað staðfestir Strandferðslan í eini fráboðan. Og samstundis staðfesta tey, at í mai næsta ár, fáa Bygdaleiðir sín fyrsta eldrivna bussin, og hann skal koyra í Sandoy.

Hetta er eitt úrslit av, at Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, gjørdi av, at gera Sandoynna til eitt menningarøki fyri grønari orku á hesum øki.

Bygdaleiðir eru akkurát bjóðaðar út av nýggjum og nú er greitt, hvussu koyringin í øllum landinum verður skipað.

Hetta merkir, at frá 1. mai næsta ár, kunnu allir bussar hjá Bygdaleiðum taka koyristólar, samstundis sum at teir hava gps,

soleiðis at ferðafólk altíð kunnu fylgja við, hvar bussarnir.

Umframt at fáa eldrivnan buss í Sandoynni, lúka allir hinir bussarnir hjá Bygdaleiðum tey mest umhvørvisvinarligi krøvini í ES.

– Við hesum umhvørvis- og brúkaravinarligu bussunum á Bygdaleiðum, verða Føroyar óivað einasta landið í heiminum, har allir bussarnir kunnu taka koyristólar, sigur Strandferðslan.

– Tey halda eisini, at tað er vert at nevna, at næsta ár verða allir teir umleið 40 bussarnir hjá Bygdaleiðum at kalla spildurnýggir, har bussarnir, sum nú koyra, eru yvir 10 ár í miðal.

Tey halda, at hetta ger bussflotan hjá Bygdaleiðum til ein tann nýggjasta í øllum heiminum.