Nú verður tað, at ein skipan, har fólk skulu kunna keypa ferðaseðil við Teistanum, skal setast í gildi.
Tað ger Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum greitt. Og hann leggur afturat, at vilja sandoyingar ikki hava eina heildarloysn, fáa teir eina hálva loysn.
Sandoyingar hava í nógv ár strongt á fáa eina talgilda ferðaseðlaskipan, soleiðis at tað skal bera til at bíleggja ferðaseðil við Teistanum á internetinum og á fartelefonini. Teir hava víst á, at tað er ótolandi at skula noyðast at fara á stilla seg á fersjuleguna at bíða í fleiri tímar fyri at sleppa við.
Men nú ein skipan er klár at seta í verk, hevur Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun, mótmælt ætlanini. Hann krevur, at helvtin av plássunum á Teistanum skal framvegis vera til fólk, sum ikki keypa ferðaseðil á netinum. Hansara sjónarmið er, at eldri fólk, sum ikki hava teldu, skulu framvegis kunna ferðast ótarnað.
Og hann legði so stóran dent á kravið, at tá ið Landsverk ætlaði til Skopunar at merkja básar upp á bryggjuni til bilar, sum høvdu bílagt ferðaseðil á netinum, noktaði borgarstjórin í Skopun fyri tí.
Tískil slapp Landsverk ikki at merkja básarnar upp og tískil er heldur ongin talgild ferðaseðlaskipan sett í verk, tí Strandferðslan sigur, at skal ein slík skipan bara umfata helvtina av plássunum á Teistanum, er endamálið við tí burtur. Hinvegin hevur Strandferðslan verið sinnað at seta nøkur pláss av til fólk, sum ikki hava keypt ferðaseðil á internetinum.
Men Henrik Old sigur, at nú verður skipanin sett í verk kortini.
– Nú er nóg mikið bíðað. Strandferðslan hevur brúkt nakrar hundraðtúsund krónur upp á skipanina og nú skal hon eisini roynast í verki, sigur landsstýrismaðurin.
– Hann sigur, at hann fer at gera eina roynd afturat at tosa við borgarstjóran í Skopun, tí hann fær seg rætt og slætt ikki at trúgva, at tað passar, at hann krevur, at ein talgild ferðafólkaskipan bara skal umfata helvtina av plássunum við Teistanum.
Men standa skopuningar fast við sítt, verður arbeitt við at seta skipanina í gildi fyri tey, sum fara av Gomlurætt til Skopunar.
Tað merkir, at tey, sum fara av Gomlurætt til Skopunar, kunnu keypa ferðaseðil á internetinum, ella á fartelefonini, men tey, sum fara úr Skopun til Gomlurætt, fáa ikki hendan møguleikan.
Hann sigur, at nøkur pláss kunnu vera til tey, sum ikki hava teldu og internet, tó at hann heldur, at tað munnu vera ómetaliga fá, sum ikki hava onkran, sum kann hjálpa teimum við at keypa ein ferðaseðil á internetinum.
Hann leggur afturat, at skipan fer kanska eisini at verða roynd í Siglingini um Kalsoynna.
– Munurin er, at í Kalsoy vilja tey fegin hava eina slíka skipan, so tað hevði verið nógv einfaldari enn at seta hana í verk fyri Sandoyarsiglingina, tí sandoyingar vilja ikki hava eina slíka skipan, sigur hann.
Henrik Old sigur, at eftir hansara tykki er tað avgerandi at royna skipanina at vita um tillagingar skulu gerast, áðrenn ein slík skipan verður sett í verk, endaliga. Og nú kann tað henda, at skipanin verður sett í verk, bæði á Kalsoyarleiðini og fyri siglingina av Gomlurætt til Skopunar.