Sandoyartunnilin onki at bíða við

Miðflokkurin fegnast um, at málið um Sandoyartunnilin nú aftur er komið á politiska dagsskrá.

Sostatt fer flokkurin nú eisini upp í við teimum, sum vilja hava gongd á hesa stóru verkætlanina sum skjótast.

- Vit eiga at arbeiða skjótt og miðvíst fyri at finna fram til hvussu, hvar og nær, og fáa til vega tryggar fíggingarmøguleikar, sigur Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, í kvøld.

- Tunnilin til Sandoyar- ein náttúrlig útbygging og menning av einum vakstrarøki sigur hann.

Men hann heldur samstundis, at Sandoyartunnilin eigur bara at vera ein partur í eini heildarætlan fyri alt Suðurøkið í Føroyum

- Tað merkir, at samstundis sum arbeitt verður við undirsjóartunlinum til Sandoynna, eiga vit at leggja ætlanir fyri eina nýggja farleið til Suðuroynna, sum heilt náttúrligt má verða framhald av sandoyartunlinum.

- Framtíðarætlanin eigur at fevna um nýggja ferjulegu í Hvalba, nýggjan tunnil millum Hvalba og Trongisvág og hóskandi ferjusamband millum Hvalba og Sand, sigur formaðurin í Miðflokkinum.

Sí annars lesarabræv hjá Jenis av Rana í leinkjuni niðanfyri.

msm.portal.fo/index.php