Sandoyartunnilin er komin í hús

Semjan í tunnilsbólkinum hjá Samgonguni tryggjar, at Sandoyartunnilin verður gjørdur áðrenn Eysturoyartunnilin og arbeiðið skal byrja í 2011, sigur Páll á Reynatúgvu

- Sandoyartunnilin er komin í hús!

Tað staðfestir Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður úr Sandoy, eftir at tunnilsbólkurin hjá samgonguni í gjár handaði løgmanni eitt tilmæli um, hvussu farast skal fram í sambandi við teir báðar nógv umrøddu undirsjóvartunlarnar í Eysturoynna og í Sandoynna.

Páll á Reynatúgvu sigur, at semjan í tunnilsbólkinum er rættiliga greið og ítøkilig.

- Tað stendur svart á hvítum í tilmælinum, at farast skal undir Sandoyartunnilin, tá ið fíggjarlógin fyri 2011 er samtykt og tað er á jólum í 2010.

Hann sigur, at tað er akkurát hendan ásetingin í tilmælinum, sum hevur gjørt, at hann tekur undir við tilmælinum.

Men hann leggur eisini dent á, at hetta ber í sær, at næsta ár og í 2010 skulu allar fyrireikingar til tunnilin gerast. Partafelagið skal setast á stovn og tilsamans 50 milliónir skulu setast í felagið á fíggjarlógini fyri 2009,2010 og 2011. Samstundis skal tunnilin projekterast og bjóðast út, so at tað er klárt at skriva undir byggisáttmála á jólum í 2010.

Hann sigur, at soleiðis tulkar hann semjuna.

- Er samgongan ikki samd við mær í hesi tulking, er semjan brotin og sostatt eisini burturdottin og so er støðan akkurát tann sama, sum hon var, áðrenn tunnilsbólkurin fór til arbeiðis og longri enn so er tann søgan ikki, leggur hann dent á.


Semjan kann detta burtur

Men nú er skilligt, at teir ymsu partarnir í samgonguna eru rættiliga ymiskir á máli um, hvussu semjan skal tulkast. Er ein slík semja nakað verd?

- Nei, tað kann sjálvandi vera eitt ivamál, men eg veit, hvat eg leggi sjálvur leggi í semjuna og er restin av samgonguni ikki samd, er semjan burturdottin og so stendur lógin við, sum longu er samtykt í løgtinginum um at farast skal undir tunnilin 1. november næsta ár. So einfalt er tað, sigur Páll á Reynatúgvu.

- Men er samgongan samd við mínari tulking, hava vit tryggjað okkum, at tað verður hendan samgongan, sum setir gongd á Sandoyartunnilin eitt heilt ár áðrenn løgtingsval veðrur aftur, samstundis sum vit hava eitt greitt boð upp á, hvussu hann skal fíggjast.

- Veikleikin við lógini, sum longu er samtykt, er, at har stendur onki um fíggingina, men tað ger tað í tilmælinum frá tunnilsbólkinum.

Men landsstýriskvinnan í vinnumálum, Bjørt Samuelsen, sigur, at onki er ásett nær farast skal undir Sandoyartunnilin og í Rás2 í gjár noktaði hon blankt at siga, nær farast skal undir Sandoyartunnilin og hon vildi heldur ikki siga, hvør undirsjóvartunnilin skuldi gerast fyrst, tann í Sandoy ella tann í Eysturoy?

- Tað er mín fatan, at tað er bara fyri at sissa tey, sum eru ímóti, at Sandoyartunnilin verður gjørdur yvirhøvur og tey eru ikki so fá. Vit noyðast at hugsa um, at tað eru mong, ið halda, at tað er óðamannaverk at fara undir Sandoyartunnilin í eini tíð, har stígur er við at koma í búskapin, tí hetta er størsta samferðsluútbygging nakrantíð. - Men heldur semjan í tunnilsbólkinum, eru vit komin so langt politiskt, sum vit kunnu koma.


Sandoyartunnilin fyrst

Bjørt Samuelsen hevur eisini boðað frá, at báðir tunlarnir verða ikki gjørdir ísenn. Men tú tulkar altso semjuna soleiðis, at Sandoyartunnilin skal gerast fyrst?

- Ja, tað geri eg. Tað hevur eisini alla tíðina ligið í politisku kortunum, at fyrst skuldi Vágatunnilin gerast, síðani Norðoyatunnilin og so Sandoyartunnilin.

- Eysturoyartunnilin er so nýggur í politisku raðfestingini, at hann kann ikki yvirhála Sandoyartunnilin, sigur Páll á Reynatúgvu. 

Les eisini greinina: óðamannaverk at gera Sandoyartunnilinfyrst" og greinina" Eg selji ikki Sandoynna fyri eina almenna løn".