Tað er nú greitt, at skuldu limir í Sea Shepherd funnið upp á at lagt leiðina framvið á Sandi, sleppa tey ikki at liva og láta sum tey vilja.
Sea Shepherd er í Føroyum og mótmæla grindadrápi, og í gjárkvøldið hevur bygdaráðið á Sandi viðgjørt spurningin um, hvussu tey skulu bera seg at, skuldu limir í Sea Shepherd víst seg á Sandi.
Í fjør hevði bygdaráðið á Sandi eina rættiliga avgjørda meining, og tað var rætt og slætt at banna Sea Sheperd í bygdini.
Men nú er kommunala Eftirlitið komið til ta niðurstøðu, at sum heild er tað ólógligt av einum kommunustýri at gera mismun á fólki, alt eftir, hvørja áskoðan tey hava á ymisk viðurskifti.
Kortini hevur ein kommuna ein ávísan rætt til at geva sínum egnu borgarum, framíhjárætt til at brúka svimjihyl, sparkivøllir, almenn wc, og aðrar tænastur, sum ikki eru lógarkravdar og sum teir sjálvir hava goldið.
Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi, sigur, at sjálvandi skulu tey halda seg innanfyri lógarinnar karmar.
Tí er Sea Shepherd ikki bannlýst á Sandi.
Men á fundinum í gjárkvøldið, samtykti bygdaráðið, at øll skip, og allir bátar, sum ætla sær inn á Sand, skulu boða frá tí minst 24 tímar áðrenn tey koma.
Brandur Sandoy sigur, at so skal støða takast til í hvørjum einstøkum føri, um pláss er á Sandi til tey skip, og teir bátar, sum koma.
Samstundis hevur bygdaráðið samtykt, at sandingar skulu hava framíhjárætt til tær tænastur í kommununi, sum ikki eru lógarkravdar.
So ætla uttanbíggjafólk sær at brúka almenna wc, brúsur, ella aðrar hentleikar á Sandi, skulu tey gera sær greitt, at sandingar hava framíhjárætt, og so veldst um, antin tað er pláss til avlops, ella ikki.
Grundgevingin fyri hesum er, at borgarar, ið ikki eru heimahoyrandi í kommununi, hava heldur ikki verið við til at rinda fyri hesar hentleikar sum skattgjaldarar
Avgerðin, bygdaráðið á Sandi tók í gjárkvøldið, líkist at kalla akkurát samtyktini, Tvøroyrar Býráð gjørdi her fyri í sambandi við Sea Shepherd.
Les eisini: Tvøroyrar býráð strikar Sea Shepherd-boykott