Sanders dregur inn á Buttigieg eftir undanval í Iowa

Nú tey næstan eru liðug at telja atkvøður í Iowa er leiðslan hjá Pete Buttigiegs tódnað, meðan Bernie Sanders dregur inn á hann.

Endaliga úrslitið frá valfundunum mánadagin í amerikanska statinum Iowa er ikki komið enn.

Men nú 97 prosent av atkvøðunum eru taldar stendur næstan á jøvnum millum tvey av valevnunum, sum stríðast um at gerast demokratiskt forsetavalevni á valinum í november.

Leiðslan hjá fyrrverandi borgarstjóranum í Sound Bend, Indiana, Pete Buttigieg, er tódnað. Hann stendur nú til at fáa 26,2 prosent av atkvøðunum.

Beint í hølunum er 78 ára gamli senatorurin, bernie Sanders, sum stendur til at fáa 26,1 prosent. Eftir teir kemur senatorurin Elizabeth Warren, sum stendur til at fáa 18,2 prosent, meðan fyrrverandi faraforsetin, Joe Biden stendur til at fáa 15,8 prosent.

Týsdagin varð boðað frá, at tann 38 ára gamli Buttigieg lá á odda eftir kaotiska valið í Iowa.

Buttigieg segði, at hann var ovfarin av valúrslitinum.

Endaliga úrslitið er sambært deildini hjá Demokratiska flokkinum í Iowa seinkað vegna tøkniligar trupulleikar við eini app.

Um Buttigieg endar við at vinna í Iowa, og harvið kann taka fyrsta stigið í stríðnum um at verða tilnevndur forsetavalevni, er tað sambært amerikanska miðlinum Politico talan um »framúrskarandi« bragd.

Politisku royndir hansara eru uttan týdning í mun til kappingarneytarnar í flokkinum, sum hava sitið í Kongressini í fleiri ár ella sum í førinum hjá Joe Biden verið varaforseti hjá Barck Obama bæði valskeiðini.

Buttigieg er blakaður út í stríðið frá at vera stórt sæð ókendur borgarstjóri í einum minni býi í statinum Indiana til at vera ein persónur, sum øll í USA kenna.

Hann er eisini fyrsta manliga valevni sum stígur fram sum samkyndur, skrivar Politico.

/ritzau/