Eftir steðg síðani hálvan november vazr í dag farið undir aftur liðkappingina í talvi.
Í fremstu deildini var tað merkisvert, at Sandavágs Talvfelag vann so stóran sigur, sum tað ber til at vinna, ímóti Havnar Telvingarfelag.
Úrslitið var 4-0, og harvið eru teir í Sandavági nú á odda ílandskappingini.
Hinir báðir dystirnir endaðu við 2-2 javnleikum. Toftir telvaðu ímóti Klaksvík 2, og Vestmanna ímóti Klaksvík 1.
Støðan er tann eftir fimm umfør, at Sandavágur er á odda við 14 stigum, Klaksvík 1 hevur 14 stig, Havnin hevur 10 stig, Klaksvík 2 hevur 8,5 stig, Vestmanna hevur 7,5 stig, og Toftir hava 7 stig.
Leygardagin 25. januar verður dupult umfar. Klokkan 10 verður 6. umfar, og 7. umfar verður klokkan 16.