Sandavágur er vakrasta stað í Føroyum

Ronald Brierley býr í Snaith í Onglandi. Hann kom fyrstu til Føroya sum bretskur hermaður í apríl 1942, var giftur føroyskari konu og búði eina tíð í Sandavági. Hann hevur ferðast umleið 70 ferðir til Føroyar

Mánadagin 30. oktober fór Ronald Brierley saman við eini dóttur og versoni aftur til Onglands eftir at hava verið í Sandavági í nakrar dagar.
 
Tá Ronald og familjan eru í Føroyum, búgva tey hjá Astu og Leivi Joensen í Sandavági. Leivur er bróður Mariu, sum Ron var giftur við. Hinir brøðurnir eru Jákup Sverri Joensen, fiskifrøðingur, í Havn, og Jens Pauli Joensen, sáli, sum búði á Tinghúsvegnum í Havn.

Tann fimta apríl 1942 varð Ronald saman við umleið 300 hermonnun settur á land í Sørvági. Teir komu við troppaskipinum “Lady of Man”, sum ikki fekk lagt at í Sørvági. Teir vórðu tí fluttir við smærri bátum til lands. Ronald búði fyrstu tíðina í Miðvági.
 
24. juni 1943 giftist Ronald við Mariu Joensen, í Skúlanum, í Sandavági og flutti inn til  verforeldrini í Sandavági at búgva.
 
Móti ársenda í 1943 fekk hann boð um at fara aftur til Onglands. Maria kom við, og tey búsettust í Oldham nærindis Manchester.
 
Stutt eftir var Ronald sendur víðari. Hann skuldi inn á evropeiska meginlandið. Til Hollands og Týsklands. Teir skuldu inn á meginlandið at byggja uppaftur, brýr, sum sundurskotnar vóru, og vegir, sum skuldu gerast aftur.
 
Ronald kom aftur til Onglands eftir krígslok, har hann gjørdist vaktarmaður í eini krígsfangalegu. Teir vóru 20 bretar, sum ansaðu 300 týskum krígsfangum.
 
Nakað eftir tað fluttu tey aftur til Sandavágs, har tey búðu til 1948, tá Ronald gjørdist prestur í ensku Metodistkirkjuni. Hann hevur verið prestur í Yorkshire og í Hull.
Hann arbeiddi sum prestur í Onglandi, til hann var 73 ára gamal.
 
Maria doyði bara 55 ára gomul í 1977. Hon liggur grivin við síðuna av foreldrum sínum í Sandavági, og Ronald vil sjálvur verða grivin har, tá hansara tíð her er farin.
Ronald hevur nakrar ferðir prædika í kirkjuni í Sandavági.
 
Ron er í dag 86 ára gamal. Hann býr í lítla býnum Snaith nakað innan fyri Hull. Tríggjar døtur fingu hann og Maria, og tær búgva allar í grannalagnum, sum hann tekur til. Hann eigur níggju abbabørn og tvey langabbabørn.
 
At Sandavágur er vakrasta stað í Føroyum, ivast Ronald Brierley ikki í. Her havi eg havt nógvar góðar løtur, og her vil eg verða lagdur at hvíla seinastu ferð, sigur Ronald Brierley.