Sandavágs kommuna setir burðardygga menning dagskrá

Seinastu tíðina hevur Sand­a­v­ágs kommuna, í sam­starv við Agenda 21 Stov­una, arbeitt við at orða eina ætl­a­n fyri burðardyggari menn­ing í kommununi. Ætl­an­in umfatar tey mál kommunan setir sær á um­hvørv­is- og trivn­að­ar­øki­num fram til 2010.

Tíðindaskriv

Sandavágs kommuna

 

Seinasta heyst setti bygd­ar­ráð­ið í kommunu ein ar­beið­sbólk at arbeiða við ein­ari ætlan í mun til burð­ar­dygga menning í komm­ununi. Í bólkinum hava sit­ið umboð fyri bygdarráðið, komm­unalu umsitingina, bygd­a­r­fólkið og Agenda 21 Stov­una.

Í ætlanini setir komm­unan sær fyri at náa ítøk­i­lig mál á hesum økjum: Reint drekkivatn, kloakk- og spillivatn, náttúru- og skóg­røkt, vetrarfriðing, út­lát og tilfeingisnýtsla, ment­un­arminnir, kunning til borgaran og burturkast.

Arbeiðið við ætlanini er nú komið so væl áleiðis, at upp­skotið hjá bólkinum hev­ur verið til hoyringar í bygd­ar­ráðnum og verður ætl­an­in nú løgd fram fyri borg­ar­um og almenn­ing­i­num annars.

Sandavágs kommuna hev­ur síðan mitt í nít­i­ár­u­num arbeitt miðvíst við at betra um umhvørvið og trivn­aðin. Serligur dentur hev­ur verið lagdur á at fáa kloakk­viðurskiftini í lagi, fríðka um og at gera grøn frí­økir. At hetta hevur bor­ið ávøkst sæst aftur í trivn­að­i­num millum bor­gar­ar­nar í bygdini og at bygdin í tveim­um umførum, í 1997 og í 2003, er vald at verða best røkta bygd í landinum.

Agenda 21 Stovan bjóðar sína ráðgeving fram til kom­m­unur í Føroyum og er ein partur av virk­sem­i­num at vera við í til­gongd­ini at leggja umhvørvi og um­hvørvismál í komm­un­u­num í fastari karmar.

Framløgan av ætlanini verð­ur á kommunala um­hvørvisdegnum nú leyg­a­r­dag­in 26. mai. Um­hvørv­is­dag­ur­in byrjar við morg­un­mati í SÍF-húsinum kl. 10 har framløgan eisini verð­ur.

Umhvørvisdagurin er ár­ligt afturvendandi tiltak har kommunan setir um­hvørv­ið á dagskrá og rudda verður í kommununi.