San Marino var eitt skot frá at vinna olympiskt gull

Uppá tveir dagar hevur lítla fullveldisríkið við 34.000 íbúgvum vunnið tvey olympisk heiðursmerki

Gian Marco Berti og Allesandra Perilli vunnu í dag OL-silvur í blandaðu liðkappingini í trap skjóting

Gian Marco Berti og Allesandra Perilli vunnu í dag OL-silvur í blandaðu liðkappingini í trap skjóting

Í lítla fullveldisríkinum, San Marino sum liggur í norðara partinum av Italia hava tey nógv at feira í hesum døgum.

 

Fyrradagin skrivaði 33 ára gamla Alessandra Perilli søgu tá hon vann bronsu í trap skjóting á olympisku leikunum í Tokyo. Talan er um fyrsta olympiska heiðursmerki nakrantíð hjá San Marino, ið er eitt pinkalítið fullveldisríkið sum liggur í Italia. 34.000 fólk búgva í San Marino.

 

Heiðursmerkið hjá Alessandru Perilli merkir eisini, at San Marino er minsta landið nakrantíð til at vinna eitt olympiskt heiðursmerki.

 

Í dag hevur Allesandra Perilli saman við Gian Marco Berti skrivað enn meira glæsiliga sanmarinesiska ítróttarsøgu. 

 

Tey bæði gjørdu ikki mætari enn at vinna silvur í blandaðu liðkappingini í trap skjóting. Allesandra Perilli og Gian Marco Berti vóru bert eitt neyðars skot aftanfyri gullvinnararnar úr Spania, Fatima Galvez og Alberto Fernandez. Spanska parið rakti 41 av 50 leirdúgvum. Sanmarinesiska parið rakti 40 av 50 leirdúgvum, og vóru so sára nær við at vinna gull. 

 

Madelynn Bernau og Brian Burrows úr USA vunnu bronsu, so tað vóru ikki smávegis tjóðir San Marino deildi sigurspallin við í dag. 

 

Í San Marino feira tey glæsiliga silvurheiðursmerkið. Pinkutjóðin hevur nú vunnið síni tvey fyrstu olympisku heiðursmerki nakrantíð.

 

Tað má vera fantastiskt at vera ein ítróttarpinkutjóð og sleppa til olympisku leikirnar, og hartil at vinna heiðursmerki. Tað er tíverri ikki øllum unt. 

 

Ein fyrimunur aftrat er, at ein slík ítróttar-pinkutjóð eisini sleppur til evropeisku smátjóða-leikirnar, ið hevði verið ein framúr góð kapping hjá føroyingum at tikið lut í. Teir leikirnar eru vanliga annaðhvørt ár.

 

Gian Marco Berti og Allesandra Perilli vunnu í dag OL-silvur í blandaðu liðkappingini í trap skjóting

Gian Marco Berti og Allesandra Perilli vunnu í dag OL-silvur í blandaðu liðkappingini í trap skjóting