Samvitskufriður

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Hvørt ár, tá landið gevur mentanarvirðisløn og heiðursgávu og øll klappa og rósa og fagna og syngja, hugsi eg um samvitskubit. Uttan í 2004 og 2007. Tá var eingin samvitska, tí tá vóru hvørki virðislønir ella gávur frá okkum skattgjaldarum.

Landið hevur ringa samvitsku, hugsi eg. Tí fáa fólk, sum vóru á listaliga tindinum fyri 20 árum síðani, pengar frá landinum. Pengar, sum tey áttu at fingið frá landinum tá, tað er fyri 20 árum síðani.

Ímyndi mær, at landið hevur ein lista við fólkum, sum landið ikki vildi vita av tá. Nú er samvitskan farin at níva og pína. So nú eru pengar at lata. So listafólkini ikki fara hiðani uttan at fáa nakað sum helst frá landinum. Landið keypir sær samvitskufrið.

Slíkar virðislønir og gávur eru altíð ein viðurkenning fyri útint verk og kanska fyrst og fremst fyri áhaldni í nógv ár. Betri seint enn ikki.

Tað er ein stór misskiljing, serliga her í Føroyum, at ikki ber til at skapa nakað uttan pengar. Ikki ber til at yrkja ein sang, skriva eina bók, spæla ein sjónleik, gera ein film, mála ein málning uttan pengar.

Men tey, sum nú fáa mentanarvirðislønir og heiðursgávur úr landskassanum, skaptu teirra list, tá tey ikki áttu klovið oyra.

Tað ber væl til at skapa stóra list uttan pengar.

Filmslistaliga flogvitið, týskarin Rainer Werner Maria Fassbinder (1945–1982) segði, at hevur tú hug at gera film, skalt tú læna tær nakrar rullur av filmi (hetta var í trýssunum), stjala eitt filmsupptøkutól og so gera film. Einki meira roks enn tað.

Tað gjørdi hann ivaleyst sjálvur í fyrstani. Og burtur úr tí kom eitt meistaraverkið fyri og annað eftir til hann doyði, bara 37 ára gamal, av tí at hjartað toldi ikki eitt bland í sterkara lagi av sovitablettum og kokaini.

Tá hevði hann, Fassbinder, í 15 ár gjørt 40 spælifilmar, tvær sjónvarpsrøðir, tríggjar stuttfilmar, fýra videofilmar, 24 sjónleikir og fýra útvarpsleikir. Harafturat spældi hann 36 leiklutir í sínum egnu filmum og í filmum hjá øðrum. Hann skrivaði eisini, var fotografur og meira afturat. Ófatiligt, fullkomiliga ófatiligt, og bar ikki til uttan rúsevnini, sum so eisini gjørdu av við hann.

Fassbinder setti seg ikki hendur í favn at bíða eftir pengum. Hann lænti og stjól og skapti.

Nú er ógjørligt at siga, hvussu nógv hugverk eru farin fyri skeytið í Føroyum, ongantíð vorðin til, vrakað á hálvari leið ella løgd á skuffubotnin av pengaloysi.

Men pengar eru júst tað orðið, sum oftast er sagt og skrivað í føroyska kjakinum um kor listafólks.

Kanska kunnu listafólk læna pengar við landskassaveðhaldi. Tað vil siga í teirri vón, at tey eru á listanum hjá landinum, listanum við fólkum, sum fáa mentanarvirðisløn ella heiðursgávu um 20 ár. So kunnu tey gjalda lánið aftur tá.

Annars hevur landið eisini pengar til listafólk, sum eru á veg uppeftir, so tey kunnu fáa arbeiðsnáðir, kalla tey tað. Men treytin er tann sama, nøkur verða vald burturúr.

Landið hevur ringa samvitsku, tí tað forsømdi og gloymdi síni skapandi fólk og ikki sýndi teimum aðra virðing enn vanvirðing, meðan tey royndu at fóta sær.

Um knappliga eitt ár taka tey listan fram aftur. Hvør skal nú fáa?

Tey, sum høvdu gávur tá, fáa gávur nú.

Men, sum sagt, pengar eru ikki alt - teir eru bara 99 prosent av øllum.