Samvinnan hevur skipað seg við nýggjari nevnd

Fleiri nýggj fólk eru í nevndini hjá Samvinnuni, sum er áhugafelag fyri føroysk lesandi á Copenhagen Business School

18. oktober hevði Samvinnan aðalfund, og hevur nú skipað seg við nýggjari nevnd.

 

Nevndin hevur verið undir stórari broyting seinastu tvey árini, har flestu av gomlu nevndarlimunum eru farnir úr nevndini vegna loknan lestur, og Samvinnan ynskir at takka teimum fyri teirra arbeiði. Seks nýggir limir eru komir í nevndina. Hesi eru Eirikur Sanderson, Finnbogi Ferjá Joensen, Elsa Steinhólm, Sólja Christiansen, Kristian Gunnarson, Símun Petur Eið

 

Nevndin hevur skipa seg soleiðis:

Forkvinna: Rúna Mikkelsen

Næstformaður: Finnbogi Ferjá Joensen

Kassameistari: Eirikur Sanderson

Skrivari: Sólja Christiansen

Nevndarlimir: Rannvá Jørmundsson, Johanna Wolles Andreasen, Elsa Steinhólm, Kristian Gunnarson, Símun Petur Eið, Marita Joensen og Eva Skeel Nolsøe

 

Samvinnan bleiv stovnað í 2007 sum áhugafelag fyri føroysk lesandi á Copenhagen Business School. Endamálið við Samvinnuni er at virka fyri at styrkja bæði tey útbúgvingarligu og versligu viðurskiftini millum limirnar, eins og at styrkja sambandi við føroyska vinnulívið. Nevndin fer framhaldandi at samskipa og tilrættarleggja tiltøk hesum at frama. Av tiltøkum eru eitt nú 5’arain, ið er eitt mánaðarligt sosialt tiltak á CBS, ársveitslan og størri akademiskir fyrilestrar.

 

Fleiri upplýsingar fáast á heimasíðuni www.samvinnan.com