Samtykkja vápnaforboð eftir álop í New Zealandi

Við 119 atkvøðum fyri og einari ímóti atkvøddi tjóðartingið í New Zealandi fyri einum forboð ímóti hálvavtomatiskum skotvápnum.

Tjóðartingið í New Zealandi samtykti í nátt fleiri nýskipanir, sum stramma landsins vápnalóg.

Harvið er gøtan greidd fyri einum forboð ímóti hálvautomatiskum skotvápnum.

Forboðnum vantar bert góðkenning av aðalfuvernørinum í New Zealandi, sum bert er ein formalitetur.

Sambært AFP skuldi guvernørurin góðkenna forboðið í morgin.

Nýskipanirnar koma eina mánað eftir at ein hvítu høgravíðgongdur maður leyp á tvær moskur í Christchurch, har 50 fólk doyðu og eins nógv vórðu særd.

Forsætisráðfrúan í New Zealandi, Jacinda Ardern, helt eina kensluborna røðu, tá lógin varð samtykt.

– Meg minnist ikki, at tað vóru boð um skotsár elvd av einum einstøkum skoti. Í øllum førum var talan um nógv skotsár, sum sendi offrini á sjúkrahús í fleiri vikur. Tey fara at bera brek restina av lívinum, segði hon um tey, ið komu undan álopinum við lívinum.

– Eg fati ikki, at vápn, sum kunnu fremja so stóran skaða, hava verið lóglig her í landinum, sigur Jacinda Ardern.

Tann 28 ára gamli avstraliumaðurin Brenton Tarrant er skuldsettur fyri drápini.

 

/ritzau/