Samstarvsavtala um umhvørviseftirlit undirskrivað

- Vit fegnast um, at samstarvsavtalan er komin í lag og vóna, at umhvørviseftirlitið við skipum og bátum fer at gagna havumhvørvinum, siga landsstýrismenninir, Bjørn Kalsø og Jacob Vestergaard

Havumhvørvi

Landsstýrismenninir í fiskivinnumálum og innlendismálum, Bjørn Kalsø og Jacob Vestergaard, hava í morgun undirskrivað samstarvsavtalu um umhvørviseftirlit við skipum og bátum.
Eftir at havumhvørvislógin og kunngerðirnar um burturkast, olju og kloakkspillivatn frá skipum eru settar í gildi, heldur landsstýrið, at tað hevur stóran týdning, at eftirlit verður við, at reglurnar í lógini og kunngerðunum verða hildnar.
- Sambært avtaluni átaka Skipaeftirlitið og Fiskiveiðieftirlitið sær uppgávuna at hava eftirlit við, at føroysk og útlendsk skip lúka reglurnar í havumhvørvislóggávuni, siga landsstýrismenninir.
Teir vísa á, at býtið av eftirlitsuppgávunum er gjørt soleiðis, at Skipaeftirlitið hevur eftirlit við skipum, sum koma í føroyska havn, meðan Fiskiveiðieftirlitið hevur eftirlit við skipum og
bátum á sjónum.
Avtalan fevnir eisini um samstarv millum Skipaeftirlitið, Fiskiveiðieftirlitið og umhvørvisdeildina á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
- Vit fegnast um, at samstarvsavtalan er komin í lag og vóna, at umhvørviseftirlitið við skipum og bátum fer at gagna havumhvørvinum, siga landsstýrismenninir, Bjørn Kalsø og Jacob Vestergaard.
Sosialurin var við, tá ið samstarvsavtalan um umhvørviseftirlit varð undirskrivað í morgun.